At eftirlíka skrímslum er ongantíð svarið

Tað er heilt høpisleyst at sessast og vera skynsamur við fólk, sum ikki hava peiling av, hvat orðið merkir

Agga Niclasen - meining@meyl.fo

 

Við Neville Chamberlain, fyrrverandi bretskur forsætismálaráðharri og maðurin handan eftirlætispolitikkin, í huga, skuldi tú trúð, at almennir persónar høvdu skýggjað alt tað, ið mátti lukta av eftirlæti—serstakliga tá ið hasi, teir royna at eftirlíka, eru hópdrápsfólk.

Slík fyrilit eru, eftir øllum at døma, eingin tarni hjá Barack Obama, uppskot demokratanna til amerikanskan forseta. Tí sum Obama í tíð og ótíð altráur ynskir at oysa úr sínum vingluta vísdómi okkum øðrum at gagni, gerst alt meiri greitt, at um hann verður forseti, hevur hann í ætlu at hitta hasi drápsfólkini.

Ja, Obama er av tí áskoðan, at tann einasti mátin at fáast við yvirgangsfólk uppá, er at tosa við tey. Meiri ítøkiligt heldur hann, at vit áttu at sessast og fingið eitt prát í lag við al-Qa’ida.

Tú kanst bara ímynda tær handa hjúklandi hugnan. “Jú-jú, ókey meðni,” sigur Obama, sitandi afturá í sínum fínpolstraða leðurlenistóli sum hann munnar sær á sítt Earl Grey, “hasi tvíburðatornini... tað kann vera nakað um snakkin, tað má eg viðganga. Og bumburnar í London—hm!—tað skal eg geva tær, tað var nakað, vit í langa tíð høvdu biðið um. Mjólk og sukur, hr. Bin Laden? Ella kann eg kalla teg Osama?”

 

Tóað yvirgangskropparnir í Norðurírlandi á týðandi økjum brutu frá sínum arábisku lagsbrøðrum, var tað ikki um ein opinskáraðan drekkamunn, at yvirgangurin rann burtur í sandinum.

Heldur var tað handa óvikandi avgerðin ikki at slaka fyri hasum búrkroppunum tilhoyrandi mannaættina samantvinnað við, at pengaveitingarnar frá táputryggjaðum amerikanarum til IRA at kalla vórðu avveittar sum beinleiðis úrslit av tí, sum hendi hin 11. september í 2001, ið var teirra bani.

Aftaná í eitt árarað at hava skaffað pening til frama fyri bardagan ímóti “the bloody British”, skiltu nihilistisku yvirgangsstuðlarnir í barrunum í Boston og New York dáttliga, at yvirgangur kanska ikki var so hugaligur kortini.

Talan varð tístaðni um ein bankaðan felagsskap farin á húsagang; ein felagsskap, sum við valdsgerðum strevaðist fram ímóti einum máli, hann ikki megnaði á fólkaræðisligan hátt.

Í 1997 tóktist støðan í Norðurírlandi annars óstýrilig. Men pásetligi og støðufasti Tony Blair syrgdi fyri at fremja eitt slag av hugsjónarligari pragmatismu—ein av sonnum rárur eginleiki hjá einum politikara. Og í mun til hasar stalinistisku muslimarnar frá al-Qa’ida, hvørs yvirskipaða mál er at smildra demokratiskar skipanir, sorla kapitalismuna, spilla materialismuna, vísindi og modernitet yvirhøvur, ja, alt tað, vit vesturlendingar eru kærast við, var málið hjá norðurírsku katolikkunum til at skilja. Ja, tað var “rímiligt”, um tú vilt.

 

Fyri tí var tað hjá bretsku stjórnini eitt ófrávíkiligt kravboð, at partarnir, og serliga IRA, sjálvandi, fingu í lag eina avdubbing. Stjórnin visti fullvæl, at tað er heilt høpisleyst at sessast og vera rímiligur við fólk, sum ikki hava peiling av, hvat orðið merkir.

Men at tosa við nakrar fullvegis óndsinnaðar eindir tilhoyrandi mannaheimin strembandi eftir einum máli uttan eitt gramm av góðvild og góðsku, hvat Barack Obama opinberiliga ynskir at gera, er í besta føri ábending um illgrunasaman moral—avdubbaðar eindir ella ikki.

Eins og IRA royna heilavaskaðu skrímslini hjá Osama bin Laden við valdsgerðum at røkka málum, ið ikki kunna fremjast við fólksligum vilja.

Um Osama bin Laden og hansara ápostolsku skrímsl hava ein dreym um at stovna ein islamiskan stát í Danmark, Bretlandi ella Amerika, íðan, tá er apsalutt einki til hindurs fyri hjá teimum at royna hesa leið.

Lat al-Qa’ida endiliga manna valevni í hvørjum valdømi í hvørjum av hesum londum til komandi parlamentsval. Lat tey endiliga eggja veljarafjøldina at atkvøða fyri seg við tí vælborna lyfti, at hetta var ein atkvøða fyri stovnanini av einum grundliggjandi islamiskum státi við sharia-lóg og øðrum gloypibitum.

Hetta, so at al-Qa’ida á valnáttini, og aftaná ein knúsandi ósigur, sær, hvussu ómátandi ópopulerur boðskapurin hjá teimum er.

 

Av trimum grundum er al-Qa’ida nakað væl meira ræðandi enn IRA nakrantíð var. Í fyrsta lagi er tað av tí at tess net av uppihaldarum er ovurstórt. Í øðrum lagi, og sum ein fylgja, hevur felagsskapurin betri møguleikar at leita sær til fígging og vápn. Í triðja lagi fattast al-Qa’ida hatta steyrrætta dirvisloysið hjá IRA.

Eingin dýrsligur tjóðveldismaður var hugaður at spreingja seg sjálvan í luftina umborð á einum flogfari, undirgrundartoki ella bussi til tess at volda ósekum menniskjum mein. Alt ov nógvir stalinistiskir muslimar hava hug at gera júst tað.

Barack Obama hevði ivaleyst víst á, at tað nettupp er orsakað av hesari stívrendu styrki, at siðmentaði heimurin eigur at tosa við hasi skrímsluni. Eg, hinvegin, hevði víst á, at tað júst er av hesari styrki, at vit ikki eiga at fáa eitt prát í lag við vitloysingar, ið sýna størri loyalitet til sín fartelefonveitara enn til demokratiskt viðtiknar rættarreglur.

Álvaratos, tú kanst ikki rokna við eini friðargongd við trøllvaksnum monnum, sum ikki bert seta einræði framum fólkaræði, men pínadoy eisini trúgva uppá ein onkursvegna himmalskan einræðisharra, Allah at navni.

 

Tú kundi sjálvandi skapt iva um Barack Obamasa trúvirði við at nevnt tað, sum talsmaðurin hjá Hillary Clinton minnti okkum á—at Barack Obama í eini røðu í Selma, Alabama, hevði hevdað, at foreldrini høvdu gift seg, og at hann var borin í heim, sum eitt úrslit av tí stóru gonguni fyri borgararættindum frá Selma til Montgomery.

Trupulleikin við hesum er, hvat spunasmiðirnir hjá frú Clinton eisini so ovurkátir vístu á, er at gongurnar frá Selma vóru í 1965. Barack Obama Jnr var borin í heim í 1961.

Hetta er av sonnum ein áhugaverd eygleiðing um forsetavalevni demokratanna, men hevur tíverri mestsum onga kraft, tá hon stavar frá eini so ógvusliga dálkaðari keldu.

Men tá ið eygleiðingin av erkvisnum sálum hevði verið fatað sum eitt slag niðan beltið, enntá óviðkomandi, stilli eg ístaðin spurningin: “Hevði Barack Obama, tá týsku loftálopini á Ongland leikaðu á sum harðast, á vetri 1940-41, mælt til, at vit áttu at sessast og fingið eitt prát í lag við Hitler fyri at síggja, hvørt ein friðargongd hevði verið møgulig?

Høvdu vit kanska sæð ta ómoralsku hersetingina av Póllandi og Kekkoslovakia og, hvat Der Führer so tekkiliga kallaði, “tann jødiska spurningin” frá hansara síðu? Og hvar høvdu vit ikki verið nú, høvdu vit gjørt tað?

 

Við 11. september, einum Madrid og 7. juli í huga er tað ikki heilt løgið, at tað, at gera einstevnurørslum eftir vild, so líðandi ljóðar yvirtalandi, ikki so? Jú, men bert til tú faktiskt fatar, at Osama bin Laden heldur Spánia (ella “Andalusia”, sum hann og Durita Holm kalla tað) vera eitt muslimskt land av tí at tað var islamiskt øki inntil 1492; og, ikki um at tala, Ísrael, bróðurpartin av Balkan og alt Kashmir.

So hvar endar verðin, um skilvísið í tí populera eftirlætispolitikkinum hjá Chamberlain, sum nú eisini Barack Obama hevur kannað sær, verður fylgt? Tá ið Miðeystur er handað til sharia-lóg, høvdu vit tá latið Spánia, Tel Aviv, Kosovo, Sarajevo og klunkur av India frá okkum til tess at, loksins, fáa frið fyri al-Qa’ida?

Har eru góðar grundgevingar fyri, til dømis, at taka herdeildirnar aftur úr Irak—men at gera tað av tí at eitt kriminelt skrímsl við navninum Osama bin Laden vil hava tað, er ikki ein teirra. Sært tú, hvussu nógvar sneiðir vit so enn geva hesum tikara, gerst hann ikki vegetarur.

 

Fyri at venda aftur til hasa lygisøguna hjá Barack Obama, so hevur hon í sjálvum sær ikki so nógv upp á seg undantikið tað, at hon stuðlar uppundir uppáhaldið hjá McCain, at tað bilar við Obamasa trúvriði.

Nei, tað sum í álvara órógvar meg, er hvat søgan ber boð um, og at hetta forsetavalevni demokratanna, serliga tá ið tað kemur til uttanríkspolitikk og hvussu tú ‘takklar’ stalinistiskar yvirgangsbandar, skiftir prinsippiella støðu eins ofta sum borgmeistarin í Havn skiftir politiskan lista. Í stuttum: maðurin er eitt óálítandi svass!

Vanliga stuðli eg demokratunum í Amerika, men sum er, havi eg meiri álit á tí støðufasta John McCain enn vingulskøltinum Barack Obama. Moralskt krystallklári McCain hevði nevniliga verið munin betri, skuldi eitt fólkamorð Ruanda-style verið í væntu.

 

Um Barack Obama, hesin heimføðisligi avbyrgingarpolitikari, veruliga ikki kann bara sær í sínum ynski at tosa við al-Qa’ida, tá er hann fullkomiliga óskikkaður at verða forseti í heimsins týdningarmesta landi. Heldur eiga vit at berjast ímóti teimum, sum vilja oyðileggja vesturlendskan livihátt, og ikki flættast við hasi, ið leggja ein lort í hann.

Eg kann ikki ímynda mær, at Barack Obama hevur nakað ynski um at eftirlíka búrtjóvum og neyðtøkumonnum. So hví gera tað við miskunnarleysum mordarum?