At duga at grípa í egnan barm

Hendrik Egholm, Sølu & Marknaðarstjóri, Smyril Line


Í Sosialinum í gjár er leiðarin á Tórshavnar Kunningarstovu saman við øðrum ónevndum eitt sindur firtin um tær viðmerkingar, sum Richard Grimsdale, stjóri fyri stórsta camping operatørin í UK, hevði um góðskuna á føroyskum campingplássum. Hon vísir m. a. á, at hon veit um campingpláss í UK, sum eru verri enn tey vit hava í Føroyum, og at camparaferðafólkini hjá Tórshavnar Kunningarstovu eru so mikið væl nøgd við campingplássið í Tórshavn, at tey koma aftur ár undan ári.
Smyril Line er einasti leverandør til føroysk campingpláss, og eg taki neyvan munnin ov fullan tá eg sigi, at vit eru tey, sum gera mest við marknaðarføring av Føroyum sum camping ferðamál í útheiminum. Okkara 5 útlendsku kontór og 9 aðalsøluumboð arbeiða dagliga við at selja camparaferðir til Føroyar í Europa og Skandinavia, og tessvegna loyvi eg mær at pástanda, at vit kenna rættiliga væl tey ynski, hesin málbólkurin hevur.
Tí undrar tað meg stórliga at lesa viðmerkingarnar hjá Ingigerð á Trøðni. Her tykist at vera lítil hugur at taka kritikkin hjá Richard Grimsdale til eftirtektar, heldur verður framhevjað, hvussu einastandandi gott campingplássið í Havn er. Man fær næstan kensluna av, at tað einasta sum manglar á campingplássinum er ein turkitrumla - annars er alt perfekt.
Tað er gott at vera errin av sínum egna, men eg kann vissa Tórshavnar Kunningarstovu um, at um vit vilja økja talið av camparaferðandi í Føroyum (og tað vóni eg at vit vilja), mugu stórar ábøtur gerast á tey føroysku campingplássini - eisini tað í Havn. Smyril Line hevur hvørt ár selt ferðaseðlar til camparaferðafólk úr londum sum Týsklandi, Fraklandi, Benelux londunum og Italiu sum dámdu væl í Føroyum, men vóru illa nøgd við umstøðurnar á campingplássunum runt landið, eisini í Havn. Richard Grimsdale er langt frá einsamallur, hóast hann er meira bersøgin enn flest onnur. Hetta merkir ikki at vit á Smyril Line ikki eru glað fyri samstarvið við eigararnar av campingplássunum. Tey gera øll eitt sera gott arbeiði, men vit mugu tíverri staðfesta, at ábøtur mugu til.
Hartil tykist, sum um Ingigerð á Trøðni heldur, at camping ferðafólkini bara koma til Føroyar, nærmast av sær sjálvum, tí her er so vakurt og campingumstøðurnar eru so góðar. Hettar er ikki rætt. Kunningarstovan í Havn veit vónandi, at tað liggur hart søluarbeiði aftan fyri hvørt einasta campingferðafólk, sum vitjar Føroyar  og hettar søluarbeiði inniber tíverri, at Smyril Linesa útlendsku sølufólk dagliga royna at sannføra potentiellar camparakundar um, at tey ikki skulu leggja so stóran dent á umstøðurnar á campingplássunum, men skulu hugsa um frálíka land okkara ístaðin. Onkuntíð eydnast tað, onkuntíð ikki, og tá missa vit kundan. Hettar er ikki nóg gott, tí tað ger søluarbeiði torført, og minkar um talið av camparaferðandi í Føroyum. Tí verða vit noydd at betra um umstøðurnar, skulu vit gera okkum vónir um at økja talið av campingferðandi stórvegis.
Eg fari at minna á, at í dag eru flestøll camparaferðandi sum vitja Føroyar ávegis til Íslands  tey steðga í Føroyum frá mánadag til mikudag, tí Smyril Line hevur lagt summarrutuna so, at vit noyða øll íslandsferðandi at steðga her í tvær nætur. Hetta eru vit á Smyril Line sjálvandi ikki nøgd við. Heldur enn at verða ein tvungin steðgur ávegis til Ísland, eiga vit í felag at bera so í bandi, at Føroyar verður camping attraktión í sær sjálvum.
Tað ber eisini til. Men skal tað eydnast at økja talið av camparaferðandi í Føroyum, mugu vit samstarva um at betra um umstøðurnar á føroysku campingplássunum runt landið. Og hartil skulu vit framhaldandi gera alt fyri at fáa týdningarmiklar framtíðar kundar sum The Camping & Caravanning Club at selja Føroyar sum ferðamannaland mótvegis teirra 400.000 limun í UK.
Samanumtikið má sigast, at reaktiónin hjá Kunningarstovuni í Havn og hinum, sum Sosialurin hevur tosað við, ikki er mennandi fyri føroyska ferðavinnu. Latið okkum, tvs. Smyril Line, eigarar av campingplássum og avvarðandi myndugleikar, heldur taka við læru av tí kritikki vit fáa  og ikki bara avvísa kritikkin við onkrum um at tey skulu bara tiga tí eg veit um campingpláss í UK sum eru verri enn okkara og at øll sum vitja eru væl nøgd, tí hettar er tíverri ikki sannleikin. Vit kunnu øll gera tað betri - Smyril Line, Kunningarstovan í Tórshavn og øll hini sum dagliga hava við ferðavinnuna at gera. Men fyri at finna útav, hvar vit skulu betra okkum, er neyðugt, at vit lurta eftir konstruktivum kritikki frá fólki sum Richard Grimsdale.