TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hondbóltsdómaran, Thomas Juul S. Thomsen í SportBoxini á FM1 seinnapartin.
Thomas Juul S. Thomsen skal døma steypafinaluna í Faxe Kondi kappingini millum Neistan og Kyndil saman við Gert Hansen.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum, ið byrjar klokkan 16 á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Thomas Juul S. Thomsen er fegin um at hava fingið álitið at sleppa at døma steypafinaluna í Faxe Kondi kappingini hjá monnum, tí eingin størri dystur er í hondbólti enn júst steypafinalan.
Klokkan 13.30 spæla VÍF og Kyndil steypafinalu í Faxe Kondi kappingini. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Marjun F. Danberg verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.