At byrja eitt kríggj

18.03.2003 fekk Anders Fog Rasmussen eina reyða málingapøs oman eftir herðabløðunum inni á Christiansborg.


“Tú hevur blóðdálkaðar hendur frá sivilum borgarum,” rópti ungi maðurin eftir honum.


Og rætt hevði hann.


Eitt ljótt óvirðiligt kavrotið spæl fór fram fyri at øsa upp almenningin og politiska landslagið, so at undirtøka fekst fyri at loypa á Irak og í hesum sambandi drepa fleiri hundraðtúsund fólk og elva til størstu humaniteru katastrofuna í okkara tíð.


Teir neokonservativu vildu hava kríggj fyri ein og hvønn prís, sigur Paul Pillar, CIA-sjefur í Miðeystri 2000-2005, og øll skjøl, ið framleidd vóru á heysti 2002, vóru skrivaði við tí endamáli at ávirka politiska landslagið og almenningin til at farast skuldi i kríggj.


Lawrence Wilkerson, stabssjefur hjá Colin Powell 2002-2005, sigur, at umráðandi var at finna so nógvar sameindar sum gjørligt, sjálvt um lítil megi var í teimum.


Tað var talið, ið taldi, og Danmark var eitt landið, ið lat seg lokkað. Landið var blivið orðførandi í EU í juli 2002 og í stórlætispolitiskum ovfarakætið upplagt at brúka sum ovfarin hentur idotur, og tað gekk upp á stás.


Anders Fog Rasmussen bar alt fram fyri fólkatinginum, sum Bush, Cheney, Rumsfield og aðrir högravendir heykar í USA tugdu niður í hann.


Lawrence Wilkerson stabssjefurin hjá Colin Powell  sigur seg í dag iðra seg álvarsliga um, at hann ikki legði frá sær, tá hann fann út av, hvør fjalda dagsskráin var, tí so hevði hann havt eitt betri lív í dag.


08.11. 2002  samtykti ST-trygdarráðið resolutión 1441 um at avvápna Irak og lata ST-inspektørar kannað hópoyðingargoymslurnar hjá Saddam Hussein.


18.11. 2002 koma kanningarmenn aftur og høvdu einki funnið. Svenski diplomaturin, Hans Blix, bað um 2 mánaðir afturat, so hann kundi gera arbeiðið liðugt, men tað var eitt tvørt nei, tí at krígsmaskinan hjá Bush, Blair og Fogh longu var komin upp í snúningar niðri í Golfinum.


Teir høvdu vónað, at Sadam Hussein segði nei til kanningarmenninar, Hans Blix og hansara menn, men so var ikki. Har var gott samstarv, og ter vóru meiri enn vælkomnir at kanna hópoyðingargoymslurnar har, tí har vóru jú ongar.


07 03. 2003 sigur Blix, at har vóru eingi hópoyðingarvápn at finna, og bað fleiri ferðir um + 2 mánaðir, har hann í góðum samstarvi við irakar kundi gera seg liðnan, men nei.


Krígsbrotsmenninir høvdu longu trýst á startknøttarnar á teimum tungu dielsemotorunum á hangarskipunum í Flógvanum, og jetflogførini flugu sum lundatorvur út og inn úr berginum.


Bush, Blair og Fogh vóru farnir at óttast fyri, at teir fóru ikki at finna nakra rúkandi pistól hjá Sadam Hussein, og tí var umráðandi at herja á, meðan sjóarfallið lá rætta vegin.


Fyri at tøla kongressina, undirhúsið og fólkatingið vístu teir allir til skriv hjá hvørjum öðrum, blaðskriving og keldur, enntá úr Afrika, um framleiðslu av hópoyðingarvápnum.


Alt kolasvartar lygnir.


Sir Christopher Meyer, bretskur ambassadørur í USA 1997-2003, og Michael Smith, journalistur í verjumálum á Daily Telegraph 2000-2005, høvdu gott innlit í málsgongdina, og siga nú somu syndarligu søguna, sum fleri onnur siga.


Trongdin til at sleppa í kríggj lá omanfyri alt vit og skil, og lygnir og konstruktiónir av øllum verðsins slag flugu landanna millum, so at fólkslig og fólkaræðislig undirtøka fekst fyri hesum kríggi.


28. 01. 2003 var Bush enntá so fúlur, at hann billaði kongressini inn, at nú var at skunda sær at loypa á Irak, tí Sadam Hussein var farin undir at fyrireika eitt álop á USA.


Eisini kolasvørt lygn.


18.03.2003  Í Føroyum løgdu Tjóðveldi, Sambandið, Javnaðar- og Sjálvstýrisflokkurin fram og fingu samtykt uppskot um, at øll tiltøk móti Irak skuldu góðkennast av ST, og at løgmaður skuldi boðað ST frá hesi stöðu.


Teir neokonservativu í fólkaflokkinum tóku ikki undir við hesum uppskoti, og ivasamt man vera, um nøkur fráboðan nakrantíð kom vegin fram.


Men hvat bilar tað, um man kann gráta við øðrum eyganum, og læa við hinum.


Harmast um holocoust ein dagin, og slakta hundratúsundtals fólk annan dagin.


Syndarligi endin á hesum máli gjørdist eitt drúgvt kríggj, sum ST hevur skrásett sum tað størstu humaniteru katastrofuna í okkara tíð, og sum kostaði fleiri hundrað túsund fólkum lívið.


Men hetta fólkamorðið kemur ikki inn á talvuna hjá teimum frelstu í andanum, og tað verður bara tagt burtur.


Kríggið var ólógligt, tað bygdi á lygn og latín og danski ríkisfelagsskapurin var ein slóðarin fyri hesi brotsger móti mannaættini,  sum kostaði fleiri hundraðtúsund fólkum lívið, og sum sambært ST verður roknað sum størsta humanitera katastrofan í okkara tíð.


Ungi maðurin, sum oysti reyðu málingapøsina oman eftir herðablöðunum á forsætismálaráðharranum hevði grein í sínum máli, tá hann rópti: “Tú hevur blóðdálkaðar hendur.”


Og Anders Fogh Rasmussen spælir framvegis cowboy, og kann enn eina fer elva til, at kríggj brestur á, hesaferð ímillum stórveldini, sum hann á sínum hjálparleysa gøtuenska máli roynir at reka saman í ein størri bardaga um Ukraina.


Sami maður, sum hevur skotið upp ein almennan holocaustdag í Danmark, kann nú elva til enn eina dáragerð, ið krevur enn eina grundgeving fyri enn einum degi av sama slag. Jú fleiri dáragerðir, jú størri törv á at fjala hesar.


Fyri at vátta tey ótýdligu tíðindi her omanfyri verður víst til dokumentarfilmin: "At starta ett krig" - sum mentanardeildin hjá svenska sjónvarpinum vísti nú um dagarnar.


http://urplay.se/Produkter/177412-Att-starta-ett-krig#info <http://urplay.se/Produkter/177412-Att-starta-ett-krig#info>