At bera sorg og ganga í skúla

Café-kvøldið á Hotel Føroyum er ætlað ungum, ið hava mist og ungum, ið hava ein vin ella floksfelaga, sum hevur mist.

Sorgarbólkurin Berin fer at skipa fyri café-kvøldi á Hotel Føroyum 7. mai frá klokkan 19-21.

 

Kvøldið verður skipað av ungum sjálvbodnum og er ætlað ungum í aldrinum umleið 16-28 ár.

 

Berin sigur, at kvøldið er ætlað ungum, ið hava mist ein av sínum kæru, eins og kvøldið er ætlað ungum, ið hava ein vin ella floksfelaga, sum hevur mist.

 

Byrjað verður við stuttari framløgu, har tvær gentur úr miðnámi greiða frá, hvussu tað er at bera sorg saman við teimum avbjóðingum, ið miðnám hevur.

 

Hvussu er at ganga í miðnám, tá tú hevur mist stutt fyri ella samstundis, sum tú gongur í miðnám?

 

Tá tú hevur mist ein av tínum kæru, kann tað vera trupult at hava orku og yvirskot til skúlan. Nógv kenna einsemi og kenna seg ikki hoyrdan og sæddan.

 

Hvussu er at byrja í nýggjum skúla og møta nýggjum menniskjum? Hvør eri eg nú, og hvussu passi eg inn í flokkin ella lestrarbólkin?

 

Hvussu megni eg trýstið, sum er knýtt at próvtøkum og innlating av uppgávum? Er tað okey at vera heima ein dag, og hvussu við fráveru annars?

 

Eftir framløguna hjá gentunum báðum kunnu tey, ið hava hug, seta spurningar ella deila av egnum royndum, og stundir verða eisini til hugnaprát við onkrum góðum afturvið.

 

Kvøldið er ókeypis, og ung eru vælkomin at taka ein vin við sær til café-kvøldið hjá Beranum á Hotel Føroyum.

 

Berin hevur eisini eina facebook-síðu við ymiskari kunning.