Leygardagin hátíðarhelt Ítróttarfelagið Smæran fimm ára føðingardagin í høllini í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Fleiri røðarar vóru, millum onnur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, og Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum, sum er høvuðsstuðul hjá Smæruni. Eftir setanina spældu Helena Dam á Neystabø og Regin Hammer ein bocciadyst. Helena smurdi tryggingarstjóran av og vann 4 - 0. Tónleikabólkurin Ælabogin setti eisini dám á hátíðarløtuna.
Helena Dam á Neystabø setti hátíðarhaldið og byrjaði við at ynskja øllum í ítróttarfelagnum Smæruni hjartaliga tillukku á fimm ára føðingardegnum. Smæran er ítróttarfelagið fyri havnarfólk, sum bera rørslu- ella menningartarn, og Helena beyð øllum hjartaliga vælkomnum til tann árliga og afturvendandi familjudagin, sum øll gleða seg so nógv til.
- Smæran er ein blóma, sum angar so sera væl, hon er allastaðni í bøi og í haga. Og kundi kanska líka so væl sum Sóljan verið okkara tjóðarblóma, segði Helena Dam á Neystabø.
- Ítróttarfelagið Smæran er eisini ein vøkur og spennandi blóma í ítróttarsøgu Tórshavnar Kommunu. Og vit hava stigtakarunum og fyriskiparunum nógv fyri at takka. Tit skipa fyri og gera tað møguligt hjá havnarborgarum við rørslu- ella menningartarni at íðka ítrótt. Bæði frælsan ítrótt, svimjing og so ikki at gloyma boccia. Tit skipa fyri kappingum og alskyns tiltøkum, sum skapa gleði og trivnað. Og eg ivist ikki í, at tit gjøgnum ítróttina hava knýtt eina rúgvu av ógloymandi vinabondum, segði hon.
Helena Dam á Neystabø nam eisini við mongu altjóða kappingarnar sum ítróttarfelagið Smæran hevur luttikið á, og hon fegnaðist um, at tey altíð umboðað Havnina og Føroyar á fyrimyndarligan hátt.
- Ferð aftaná ferð hava tit víst, at tað at bera brek ikki í sjálvum sær er ein forðing fyri at koma langt innan ítrótt, heldur eru tað forðingarnar í kringumstøðurnar, sum kunna avmarka møguleikan hjá fólki, ið í bera brek at venja og íðka ítrótt undir javnbjóðis umstøðum við aðrar borgarar í landinum, segði Helena Dam á Neystabø.
- Eg vóni at tit í Smæruni eisini í framtíðini verða líka so sjónlig og virkin bæði í gerandisdegnum, á ólavsøku og altjóða, segði Helena Dam á Neystabø, sum eisini nýtti høvi at takka teimum, sum so ótroyttandi og áhaldandi skipa fyri og taka sær av fyrisitingarliga arbeiðinum í sambandi við ítróttartiltøk og felagsarbeiðið annars.