At børn sita óbundin gevur klipp í koyrikortið

- Nógv færri koyra í trygdarbelti í vanligari býarkoyring í Havn, enn tey gera á longri teinunum millum bygdir, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn

Kanning

Seinnapartin týsdagin gjørdi løgreglan grein 13 kanning í Havn.
Umleið 100 bilar vórðu steðgaðir og kannaðir, harav løgreglan skrivaði 67 frágreiðingar, sum allar í minsta lagi geva 500 krónur í bót.
Millum brotini gav løgreglan trý klipp í koyrikortið, tí børn ikki sótu í trygdarbelti.
Tilsamans 49 frágreiðingar vórðu skrivaðar um bilførarar og onnur í bilinum, sum ikki sótu í trygdarbelti, 11 førarar tosaðu í fartelefon, tríggir høvdu einki koyrikort uppi á sær, og í einstøkum føri vóru dekk og lyktir ikki í lagi.
Umframt hesar 67 frágreiðingarnar og soleiðis eisini brot á ferðslureglurnar, gav løgrelan 11 átalur fyri ymisk smærri brot.
Í stuttari viðmerking, sigur vakthavandi á politistøðini, at nógv færri koyra í trygdarbelti í vanligari býarkoyring, enn tey gera á longri teinunum millum bygdir.