Vinir eru góðir at hava í neyðini. Tað kunnu tey í HSF staðfesta í dag.
Hondbóltssambandið skrivar á Facebook-vanga sínum: - Landsliðið ferðast til Eysturríkis í dag, men tekniskar avbjóðingar argaðu við fráferð í morgun.
Við seinkaðari fráferð úr Føroyum klokkan 11 bleiv knýpið at røkka flogfarinum víðari til Zürich. Umframt landsliðið eru 35 stuðlar eisini við á ferðini.
MEN við góðari hjálp frá Atlantic Airways og góða hondbóltsvininum, hoyvíkinginum Ásvaldi Simonsen, sum megnaðu at hála í nakrar træðrir, so eydnaðist tað ferðalagnum upp á eitt hangandi hár at sleppa umborð á Swiss Air flogfarið til Zürich.
Ferðalagið fer við bussi úr Sveis yvir markið til Bregenz í Eysturríki, har landsliðið eisini skal venja í kvøld. Skrivar HSF.
Sera avgerandi EM-undankappingardysturin móti Eysturríki í Bregenz byrjar klokkan 17 sunnudagin. Samstundis spæla hini liðini í bólkinum, Ukraina og Rumenia í Týsklandi. Allir 16 EM-undankappingardystirnir kring Evropa byrja samstundis, klokkan 17 sunnudagin.
Gott við sólskinssøgum.