Fyrst í desember skal Eik banki lata inn svarið til fyribils niðurstøðuna hjá Taks í samband við skattamálið hjá Eik.
Umframt at hava kært Sosialin og Kringvarpið til fjølmiðlakærunevndina, hevur Eik eisini stevnt Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing.
Tað er serstakliga tíðargrein, sum Astrup skrivaði í Sosialinum í apríl í ár, sum Eik metir vera ærumeiðandi.
Herfyri lat Eik stevningina inn í býrættin í Keypmannahavn, og síðani hevur Jørn Astrup Hansen svarað uppá ákærurnar í skrivi. Málið endar tí fyrr ella seinni í rættinum, har Jørn Astrup Hansen skal prógva sínar pástandir.
Í Vikuskiftis Sosialinum í dag hevur Jørn Astrup Hansen skrivað eina tíðargrein um skattamálið og stevningina, sum nú stendur fyri framman.
Blaðið verður í handlunum í kvøld.