Astrup: Taks enn ikki skilt skattamálið

Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik, er hvassorðaður móti Taks í dag.

Samrøðan, sum Kringvarpið gjørdi við Eyðun Mørkøre í vikuni, hevur fingið fyrrverandi stjóran í Eik Banka, Jørn Astrup Hansen, at setast við knøttarnar og tala at. 

 

 

 

 

Jørn Astrup Hansen skrivar, at enn hevur Taksstjórin ikki skilt tey viðurskifti, sum liggja til grund fyri skattamálið. - At Taks framvegis ikki hevur skilt skattamálið, sæst í viðmerkingunum frá 6. juli 2017, sum eru gjørdar til kanningina hjá Bárði Larsen. Í viðmerkingunum sigur Taks, at tann endaliga støðutakanin frá februar 2017, er í samsvarið við vegleiðingina frá Skat frá desember 2010. Men hendan generella viðmerkingin hjá Skat hevur als ongan týdning fyri skattamálið hjá Eik, skrivar Jørn Astrup Hansen. 

 

 

 

 

Les lesarabrævið hjá Jørn Astrup Hansen við at trýsta her: Én gang til for Eyðun Mørkøre