Formaðurin í Búskaparráðnum mælir til at seta í gildi skatt av egnum bústaði. Samstundis skal inntøkuskatturin lækka Jørn Astrup Hansen tekur fult undir við peningastovnunum, sum hava mælt politikarunum til at veita rentustuðul til brúkslán, eitt nú til bilar, og at javnseta rentuskatt og rentustuðul.
Formaðurin í Búskaparráðnum hevur fleiri ferðir víst á, at verandi skipan við lánsmøguleikum og rentustuðli er brúkt til at keypa bæði bilar og bátar við. Ikki minst eftir, at tað gjørdist møguligt at afturgjalda lán í 30 ár og lata tey verða avdráttarfrí í 10 ár.
Ì samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum vísir hann á, at við rentustuðli fyri nýtslulán fáa eisini tey við eini minni inntøku møguleikan at ogna sær eitt nýtslutól. Jørn Astrup Hansen er samdur við peningastovnunum um, at rentustuðulin og skatturin av rentuinntøkum skal vera tann sami. Men hann leggur afturat, at verður ognarskatturin ikki settur í verk samstundis, verður landskassin tømdur.
Kelda: Kringvarpið