Astrup hittir fjølmiðlafólk

-

Mánakvøldið kl. 19 hevur Føroya Blaðmannafelag limafund, og á hesum fundi verður Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka. gestur.

Tá bankastjórin hittir fjøllmiðlafólk, plagar hann at koma við tíðindum frá bankanum. Men hetta verður ein øðrvísi fundur, tí Jørn Astrup Hansen fer at tosa um, hvat hann heldur um ta viðgerð, hann og serliga bankin hava fingið í fjølmiðlunum.

Fundurin verður á Parnassinum á Hotel Hafnia.