Astrup gevst í Búskaparráðnum

Jørn Astrup Hansen er ikki hugaður at halda fram sum formaður í Búskaparráðnum. Hann heldur, at ráðið hevur ov vánaligar umstøður at arbeiða undir - Ongastaðni er so neyðugt við einum búskaparráði sum í Føroyum. Her er brúk fyri einari rødd, sum rópar í oyðimørkini, tí vit vita, hvussu skjótt øll kunnu taka feil samstundis, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, við Rás2.

Men Jørn Astrup Hansen heldur, at Búskaparráðið als ikki hevur umstøður at arbeiða undir. Antin mugu fleiri pengar latast Búskaparráðnum, so tað kann gera sítt arbeiði til lítar hann, ella skal tað takast av.

Og sjálvur er Jørn Astrup Hansen ikki sinnaður at halda fram sum formaður í Búskaparráðnum, har hann hevur sitið í trý ár.

Heldur ikki, um ráðið fær meira pengar at arbeiða við?

- Nei, tað er ikki í mínum tankum.