Í gjár skipaði nýggja Búskaparráðið seg við Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóra í Føroya Banka, sum formanni. Teir báðir undanfarnu formenninir í ráðnum eru samdir um, at talan er um eitt gott val, hóast nýggi formaðurin er dani og ikki býr í Føroyum.
Hevur dirvi at siga sína meining
Herman Oskarsson sigur, at Jørn Astrup Hansen er ein virdur kjakluttakari í føroyska samfelagnum, og tað í sjálvum sær er eitt gott útgangsstøði.
- Eg haldi ikki, at tjóðskapurin hevur nakað at siga. Tað skal leggjast nógv størri dentur á integritet, og tað hevur Jørn Astrup Hansen prógvað, at hann hevur. Somuleiðis hevur hann prógvað, at hann torir at siga sína meining, og so hevur hann eisini gott innlit í føroysk viðurskifti, sigur Herman Oskarsson.
Sambært Herman Oskarssyni er tað eisini ein fyrimunur, at nýggi formaðurin er óheftur av føroyska arbeiðsmarknaðinum og vinnulívinum, og hann heldur eisini, at Jørn Astrup Hansen í sínum virki her á landi hevur víst seg ikki at verða partískan, og tað er ógvuliga umráðandi.
- Alt í alt haldi eg, at valið av Astrup sum formanni er eitt útmerkað val, sigur Herman Oskarsson.
Skrivarafunktiónin umráðandi
Júst fráfarni formaðurin, Johnny í Grótinum, heldur, at tá ið talan er um val av Jørn Astrup Hansen til formann, kann tað góðtakast.
- Sjálvandi kann tað verða óheppið, um onkur uttan fyri Føroyar verður valdur til formann, men í hesum førinum haldi eg, at valið er gott. Jørn Astrup Hansen hevur hollan kunnleika til føroyska samfelagið, og tí er tað í lagi, sigur Johnny í Grótinum.
Tó heldur fyrrverandi formaðurin, at tað, sum er mest umráðandi í løtuni, er, at skrivararfunktiónin hjá ráðnum er í lagi, og tað er hon ikki í løtuni.
- Fyrrverandi skrivarin hjá Búskaparráðnum er farin til DK, og eingin er settur ístaðin. Eftir mínum tykki er tað ógvuliga umráðandi, at Fíggjarmálaráðið raðfestir hetta høgt, so at Búskaparráðið aftur fær ein skrivara, ið er búskaparfrøðingur og hevur kunnleika til føroyska samfelagið, sigur Johnny í Grótinum at enda.










