- Eftir mínum tykki hevði tað verið sunt fyri føroyska samfelagið, um skrædlið hjá Eik Banka og Eik Grunninum hevði ført við sær eitt sindur meira av sjálvrannsakan. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, nú almennu Føroyar leggja lok á føroyska partin av gøluni í gamla Eik.
Hóast bæði ófullfíggjað og avmarkað, so staðfestir frágreiðing hjá advokatinum Eyðfinni Jacobsen, at nevndin fyri Eik Grunnin hevur ikki hildið roknskaparreglurnar, hevur handlað móti viðtøkunum fyri grunnin og veitt tilsøgn um fleiri sera ivasom útlán. Hetta fór fram, uttan at føroyska grunnaeftirlitið, Skráseting Føroya, gjørdi nakað sum helst.
Herfyri lat Skráseting Føroya fútanum niðurstøðurnar í kanningini. Men haðani kom kanningin retur við tí grundgeving, at málið er fyrnað. Hóast Skrásetingin hevur rætt til at kæra fyrningina, so verður tað ikki gjørt. Tað váttaði Jógvan Thomsen í Sosialinum 24. apríl.
Sum landið liggur í løtuni ber tí til at siga, at almennu Føroyar eru við at leggja lok á føroyska partin av gøluni í gamla Eik. Støðan vekir undran hjá Jørn Astrup Hansen, sum hevur hug at minna føroyingar á sína egnu samtíðarsøgu.
- Tann fíggjarliga sera sterki sjálvsognarstovnurin Føroya Sparikassi varð gjørdur um til eitt partafelag í 2002, og harfrá tók tað bara átta ár, til alt varð burtur. Alt hetta fór fram, meðan føroyska samfelagið hevði eftirlitið við grunninum, sum átti og stýrdi øllum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Eftir hansara tykki hevði eitt væl virkandi grunnaeftirlit givið eina greiða mynd av støðuni í Eik.
- Tað sigi eg, tí gjøgnum Eik Grunnin var møguligt at fáa kvalifiserað innlit í trupulleikarnar í bankanum. Men hinvegin var munandi verri hjá eftirlitinum at fáa innlit í trupulleikarnar í grunninum gjøgnum bankan, sigur Jørn Astrup Hansen.
Meðan danska fíggjareftirlitið og Finansiel Stabilitet hava sett í verk umfatandi kanningar í kjalarvørrinum av húsaganginum hjá Eik Banka, og har ovasta leiðslan er drigin í rættin, so hevur gingið øðrvísi við føroyska partinum av skrællinum í Eik. Grunnaeftirlitið er føroyskt málsøki.
- Tað undrar meg, at eitt heilt ár gongur, frá grunnurin fer á heysin, til myndugleikarnir taka avgerð um at kanna viðurskiftini. Tað undrar meg, at man tvey ár seinni ikki var komin víðari. Og so undrar tað meg eisini, at tað skal kosta 1,5 millión krónur at granska eitt avmarkað tal av transaktiónum, sum sambært tí, ið vit higartil hava fingið upplýst, eru at meta sum rímuliga ”triviellar,” sigur Jørn Astrup Hansen.
Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Jørn Astrup Hansen um málið við Eik Grunninum. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.