Astrid Viderø heiðrað á Ríkissjúkrahúsinum
Føroyska Astrid Viderø, sum er deildarbioanalytikari í blóðbankanum á Ríkissjúkrahúsinum, hevur fingið »Rigshospitalets Bioanalytikerpris 2003«.
Ein eldsál, sum eftir 25 ár í fakinum framvegis er forvitin, framtakshugað og klár til nýggjar avbjóðingar.
Millum annað soleiðis verður sagt í grundgevingunum fyri at lata føroysku Astrid Viderø »Rigshospitalets Bioanalytikerpris 2003«. Prísurin varð handaður á Ríkissjúkrahúsinum hósdagin, og umframt heiðurin var virðislønin ein gáva og 10.000 krónur.
Astrid Viderø er dóttir Ejler og Eydnu Viderø í Havn. Hon hevur verið bioanalytikari, sum er nýggja heitið hjá hospitalslaborantum, í 25 ár.
Astrid er deildarleiðari á Ríkissjúkrahúsinum, men hon hevur áður starvast í Føroyum. Seinastu 15 árini hevur hon verið konsulentur fyri blóðbankan á Landssjúkrahúsinum við ábyrgd fyri góðskustýring og -menning umframt undirvísing. Hetta er annars ein uppgáva, sum yvirlæknar vanliga taka sær av. Á landssjúkrahúsinum lata bioanalytikararnir stak væl at Astrid og hennara evnum at læra frá sær.
Í 2000 gjøgnumførdi Astrid Viderø saman við ein búskaparfulltrúa á Ríkissjúkrahúsinum fyrstu royndina við telemedisinskari blóðgeving í Evropa. Tað vil siga, at blóðið verður goymt undir gjøgnumkannaðum umstøðum í einum staði, meðan góðkenningin og trygdareftirlitið hendir í blóðbankanum eitt heilt annað stað. Samskiftið fer fram við videokamera, mikrofon og teldu. Seinastu tvey árini eru umleið 50 til 60 portiónir av blóði latnar telemedisinskt á Ríkissjúkrahúsinum um dagin, og onnur lond hava eisini sýnt verkætlanini áhuga.
Astrid hevur undirvíst í nógv ár, eitt nú á skúlanum fyri bioanalytikarar og á skeiðum fyri starvsfólkum.
MYNDATXT:
Astrid Viderø er konsulentur hjá blóðbankanum í Føroyum