Astrid og Toyota Aygo

Lokalblaðið Budstikken, sum kemur í hvørt hús í Vejle og Kolding, skrivar um Astrid Kougios Pedersen úr Vejle, sum vann høvuðsvinninginum ein Toyota Aygo frá Reyni Service, í íløguspælinum hjá Føroya Banka.

Tá íløguspælið hjá Føroya Banka var av mikudagin 3. februar 2010, var var tað danska Astrid Kougios Pedersen úr Vejle, sum vann høvuðsvinningin - ein Toyota Aygo frá Reyni Service. Á øðrum plássi endaði Kári Vitalis, sum fekk íløguprógv á 15.000 krónur frá Føroya Banka, og triðja pláss fekk Marius Fríðálvur Joensen, sum fær íløguprógv á 10.000 krónur. Tilsamans vann Astrid 110.000 kr. í tíðarskeiðnum, sum íløguspælið vardi. Hon byrjaði við 250.000 kr. og endaði við 360.000 kr.