Astrid Krag til Føroya

Danski ráðharrin, Astrid Krag, vitjar í Føroyum í døgunum 20.- 22. januar. Tað er Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum hevur boðið danska starvsfelaga sínum til Føroyar at kunna seg um føroyska heilsuverkið.

Skipað verður fyri kunnandi vitjanum á fleiri stovnum, og framløgur verða hildnar um føroysk viðurskifti. Mánadagin verður fundur millum Karsten Hansen og Astrid Krag. Fundurin er liður í tí samstarvsavtalu, sum tey bæði skrivaðu undir seinasta heyst. Endamálið við samstarvsavtaluni er at fáa dagført danska heilsulóggávu í Føroyum; at fáa sett í verk altjóða avtalur, og at styrkja samskiftið landanna millum um áleikandi mál á økinum.

Einstøk dømi eru um, at broytingar í danskari lóggávu hava havt óhepnar avleiðingar fyri føroyskar sjúklingar. Eitt dømi er tá donsk lógarbroyting hevði ávirkan á rættindini hjá føroyskum sjúklingum at kæra. Hetta er tó komið í rættlag aftur. Ætlandi skal samstarvsavtalan millum annað forða fyri at slíkt aftur kemur fyri.

Skráin fyri vitjanina er hendan:

Sunnudagur 20/1:

15.15 Koma til Vágar – Landsstýrismaðurin tekur í móti

19.00- Ríkisumboðsmaðurin er vertur fyri døgurða

Mánadagur 21/1:

9.30-10.00 Fundur millum heilsumálaráðharrarnar, Karsten Hansen og Astrid Krag á Hotell Norð á Viðareiði

10.00-11.00 Framløga um føroyska heilsuverkið og Talgildu heilsuskipanina

11.20-12.20 Vitja Klaksvíkar sjúkrahús

13.15-14.15 Vitja Læknamiðstøðina við Sandin í Klaksvík

15.30-17.00 Vitja Landssjúkrahúsið í Tórshavn

19.00- Karsten Hansen er vertur við døgurða í Roykstovuni í Kirkjubø

Danski heilsumálaráðharrin fer avstaðaftur týsmorgunin.