Astrid á Dul 90 ár

Hósdagin 11. januar 2006 fyllir Astrid á Dul í Havn 90 ár.

Astrid er ættað úr Porkeri, men sum smágenta búði hon nógv ár í Hvalba. Størsta partin av lívi sínum hevur hon tó búð í Havn.
 
Foreldrini hjá Astrid vóru: Anna, f. Djurhuus úr Skemmuni í Porkeri, og Johan Thomsen, ið var ættaður úr Fámjin.

Anna og Johan fingu 11 børn, har 20 ár vóru millum tað elsta og tað yngsta. Av teimum eru fýra á lívi: Andrew Thomsen, Porkeri, Astrid á Dul, Tórshavn, Elsa av Reyni, Tórshavn, og Sigrid Poulsen í Skemmuni, Porkeri.
 
Hini systkini vóru: Petra Vang, vanliga nevnd Diddan, Tórshavn, Jacob Thomsen, búði í Danmark, John Thomsen, Klaksvík, Fina av Reyni, Tórshavn, Hans Thomsen (Hanseman), Tórshavn, Sofus Thomsen, Saltangará, og Eivind Thomsen (andaðist í 1941, 18 ára gamal).
 
Tá ið Anna, mamma Astrid, lá á song við soninum Eivind, fór Astrid til eina vinkonu hjá mammuni, Astrid Skaalum, f. Larsen úr Porkeri, at vera. Astrid var gift Jens Paula Skaalum, lærara úr Hvalba, og búðu tey har. Tey áttu eingi børn, og gjørdist tey tí sera góð við Astrid, sum bleiv verandi har, og í Hvalba verður hon nevnd ”lítla Astrid”. Hon gekk í barnaskúla í Hvalba. Har fekk hon eisini eina fostursystir, tá ið hon var stór genta, og frøddi tað hana nógv. Tað er Anna, sum býr í barnaheiminum í Hvalba. Hon er gift Niels Paula Mortensen úr Hvalba.
 
Astrid hevur ofta nevnt, hvussu glað hon var fyri, at hon hevði Niels Winther Poulsen sum lærara tað síðsta árið, hon gekk í skúla. Frá honum fekk hon holla undirvísing í føroyskum máli og lærdi at skriva føroyskt, sum ikki var so vanligt tá.
 
Síðst í 30-unum fór Astrid til Keypmannahavnar at arbeiða. Hon var fyrst á Bispebjerg Hospital sum køksgenta, síðan fór at arbeiða á einum ísmeiaríi. Nøkur av systkjum hennara vóru um somu tíð í Keypmannahavn.
 
Í 1940 giftist Astrid giftist Jákupi á Dul úr Havn. Hann var sonur Agnes f. Nicolajsen úr Havn, og Jógvan Jensen á Dul av Strondum. Jákup doyði í 1960 bert 45 ára gamal.
 
Børn teirra eru Ása f. 1941, gift Poul Jacobsen av Tvøroyri, Jógvan f. 1942,  Anna f. 1944, gift við Bjarta Mørkøre av Eiði,  Agnas f. 1946, gift Helga Hansen av Norðoyri. Palli f. 1948, giftur Mariu f. Gregersen av Argjum. Jóna f. 1952, gift Ásmundi Olsen úr Svínoy, og Jastrid f. 1957, gift Mikkjali Sørensen úr Porkeri. Jastrid var tvíburi, men systirin livdi bert í nakrar tímar.
 
Ommubørnini eru 19 í tali. Tvey av teimum eru deyð, Jóannes av sjúku 6 ára gamal, og Hanus av ferðsluvanlukku 19 ára gamal. Langommubørnini eru 17 í tali.
 
Av systkjunum í Skemmuni vóru tað fleiri, sum búsettust í Havnini. Tað, ið altíð hevur sermerkt systkini í Skemmuni hevur verið samanhald og hjartalag hvørt móti øðrum. Tey eru komin regluliga saman heilt til elliár, og hevur tað verið sera hugnaligt og stuttligt at verið saman við teimum.
 
Á sama hátt var vinarlagið gott við systkini hjá Jákupi, og komu tey eisini nógv saman. Heimið hjá Astrid og Jákupi í Dr. Jakobsensgøtu var altíð opið, og gistu nógv fólk har. Ung fólk búðu til leigu, meðan tey gingu í skúla ella lærdu. Vinarskarin hjá børnunum hevur eisini altíð verið vælkomin.
 
Astrid var sera dugnalig til matgerð og við stokkunum. Í samkomuni í Ebenezer var hon eisini trúføst, so leingi hon orkaði.
 
Hóast høga aldurin er Astrid væl fyri. Føðingardagin heldur hon í Pálsstovu hósdagin kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.