Astrið og Birita sett nýggj met

Bæði Astrið Foldarskarð og Birita Debes hava í dag sett nýggj føroysk met í Danish Open. Astrið sett met í 50 metra firvaldasvimjing og Birita í 100 metra ryggsvimjing, skirvar svimjing.com í dag.

 

Astrið Foldarskarð setti nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2013 svam teinin uppá 28.94 sekund, har metið hjá henni frá teimum innleiðandi riðlunum í morgun var 29.06. Astrið varð nummar 9 í hálvfinaluni, sum tíverri merkir at hon akkurát ikki røkkur finaluna seinni í kvøld, veit svimjing.com at siga.

 

Birita Debes setti nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon í hálvfinaluni svam teinin uppá 1:06.19, har metið hjá henni frá innleiðandi riðlunum í morgun var 1:06.27. Tíðin var nóg gott til eitt 9. pláss av teimum 16 sum svumu hálvfinalu, og Birita var tí sum Astrið akkurát ov stutt til finaluna.

 

Mynd: (Svimjing.com)