Framsýningin ?Í grønu torvu? hjá Astri Luihn letur upp í Listaglugganum í morgin.
Hósdagin kl. 16 letur ein framsýning upp í Listaglugganum, Dr. Jakobsensgøta 15, við málningum eftir Astri Luihn. Framsýningin ber heitið ? Í grønu torvu?. Tað eru 24 málningar við á framsýningini.
Tað er í hesum føri eisini fjølbroytni í náttúruni, sum hugtekur Astri ? serliga fuglabergið og bjargalendið yvirhøvur.
Framsýningin verður at síggja í Listaglugganum næstu 14 dagarnar, týsdag-fríggjadag kl. 15 ? 17.30 og leygardag kl. 11 ? 14.