Í dag, hósdagin klokkan 16, letur upp stakframsýning í Listaskálanum í Havn. Tað er Astri Luihn, sum vísir fram sína list, ið fyllir gamla skálan, forhøllina og pyramiduna innanfyri. Malan Marnersdóttir, nýtilnevndur professari, letur framsýningina upp, og
Petra Iversen syngur.
Astri Luihn sýnir fram 44 málningar, ið eru gjørdir á linoleumsplátur, har hon
sker, málar og nýtir ymsar grafiskar teknikkir í eini og somu mynd.
Myndirnar hava støði í Brynhildartátti. Framsýningin er opin frá 27. mai til 18. juli 2004.
hkm