Astrið gevst at svimja

Profilur í føroyskari svimjing hevur helst svomið sína seinastu longd á hægsta stigi.

Ein av profilunum í føroyskari svimjing, Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag, gevst við svimjing á hægsta stigi.


Tað boðaði hon frá til FM-kappingina um vikuskiftið. Orsøkin er, at hon eftir summarsteðgin flytur til Danmarkar at lesa.


- Eg velji ikki at steðga, tí eg ikki tími. Eg havi valt at fara at taka eina útbúgving, og fyri meg blívur tað ov strævið, um eg skal venja so nógv, sum eg geri, og harumframt ganga í skúla, sigur Astrið við Sosialin í dag.


21 ára gamla Astrið Foldarskarð er í “Fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hon eisini svarar hvussu tað var at taka hesa avgerðina, og um tað kann útilokast, at hon einaferð ger comeback.