Serfrøðingar hjá Heimsheilsustovninum (WHO) hava í dag umrøtt, hvørt AstraZeneca-koppingarevnið móti covid-19 eigur at verða givið fólki, sum eru 65 ár og eldri.
Fleiri lond mæla nevniliga frá, at AstraZeneca-koppingarevnið verður givið fólki, sum eru eldri enn 65 ár, tí tey halda ikki, at skjalprógv eru fingin fyri virknaði.
Suðurafrika gjørdi um vikuskiftið av at steðga heilt við koppsetingini við AstraZeneca, tí kanningar hjá teimum vísa, at koppingarevnið hevur lítlan virknað móti suðurafrikanska frábrigdinum av virusinum.
Tað vóru teir 15 limirnir í serfrøðingabólkinum hjá WHO innan koppingarevni, sum eftirmettu ráðini, tey frammanundan hava givið í samband við AstraZeneca-koppingarevnið.
Sambært útlendskum miðlum seinnapartin í dag hevði framleiðarin á fundinum eina framløgu á 25 minuttir um, hvussu trygt og virkið koppingarevnið er, eins og úrslit frá royndum vórðu løgd fram.
Serfrøðingabólkurin hjá Heimsheilsustovninum fer eftir fundin og framløguna hjá AstraZeneca at koma við nýggjum tilmælum, men hesi tilmæli verða ikki klár fyrr enn seinni í hesi vikuni.