Astralis vann aftur

Hálvføroyski Lukas og hinir á liðnum hava vunnið meira enn sjey milliónir krónur í ár.

Hálvføroyski Lukas Egholm 'gla1ve' Rossander hevur saman við heimskenda danska liðnum, Astralis, vunnið enn eina risa stóra kapping í telduspælinum CS:GO.


Astralis vann hesaferð kappingina ELEAGUE Premier í Atlanta, USA. Finaluna vunnu teir 2-0 (16-5, 16-12) ímóti norðuramerikanska liðnum, Team Liquid. Fyri sigurin fáa teir 500.000 dollarar, sum svarar til smáar 3,2 milliónir krónur.


Hetta var fjórðu ferð í ár, at Astralis vann eina stóra kapping, og í vinningum hava teir í ár tjent 1,1 millión dollarar, sum svarar til góðar sjey milliónir krónur.


Á Astralis eru Lukas Egholm 'gla1ve' Rossander, Nicolai 'dev1ce' Reedtz, Peter 'dupreeh' Rothmann, Andreas 'Xyp9x' Højsleth, Emil 'Magisk' Reif og venjarin, Danny 'zonic' Sørensen. Teir eru styrkismettir sum nummar eitt í heiminum í CS:GO.