Donsku stjørnurnar úr Astralis við hálvføroyska Lukas Egholm á liðnum hava enn einaferð gjørt vart við seg. Teir fimm liðfelagarnir hava vunnið stóra kapping í Beijing í Kina, har kappast varð í telduspælinum Counter-Strike: Global Offensive. Teir vunnu 3-0 í finaluni, og harvið fingu teir heili 845.000 krónur í vinningi.
Sigurin í vikuskiftinum hevur skumpað teir upp á fyrstaplássið á listanum fyri heimsins bestu lið í Counter-Strike: Global Offensive. Astralis hevur annars átt fyrstaplássið í 14 mánaðir á rað, men seinastu tíðina hava teir ligið á einum øðrumplássi.











