Aston Villa hevur í dag tryggjað sær pláss í Liga Cup finaluni, við at vinna 2-1 á Leicester City í seinnu hálvfinaluni. Tað stóð á jøvnum líka til seinasta minuttin av vanligari leiktíð.
Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Leicester City er á øðrum plássi í Premier League og tí eisini favorittur móti Aston Villa, sum er í niðurflytingarstríðnum. Men tað var heimaliði úr Birmingham, sum kom á odda, eftir at Leicester hevði nakrar góðar málmøguleikar. Málskjútti var Matt Targett.
Leicester hevði ikki Jamie Vardy við frá byrjan, men kann kom inn í seinna hálvleiki. Tað var tó makkarin hjá honum, Kelechi Iheanacho, sum javnaði eitt stórt korter fyri tíð. Nú stóð á jøvnum bæði í dystinum og í uppgerðini.
Í seinasta minutti av vanligari leiktíð sendi Ahmed Elmohamady eitt framúr innlegg, sum Trezeguet sendi í málið. Fagnaðurin var stórur á Villa Park. Tað er eftirhondini nógv ár síðani, at Aston Villa hevur verið í eini steypafinalu.
Aston Villa skal sannlíkt spæla móti Manchester City, sum vann fyrru hálvfinaluna móti grannunum, Manchester United, 3-1. Í annaðkvøld møtast tey á Etihad leikvøllinum hjá Manchester City.
Liga Cup seinna hálvfinala:
Aston Villa – Leicester City 2-1 (1-0)
1-0 Matt Target
1-1 Kelechi Iheanacho
2-1 Trezeguet
Aston Villa vinnur samanlagt 3-2