Aston Villa umhugsar Rafa

Aston Villa umhugsar at avloysa ein fyrrverandi Liverpool venjara við einum øðrum. Gerard Houllier er illa sjúkur og Rafael Benitez stendur klárur at taka yvir. Fyri einum góðum mánaði síðan legðist Aston Villa venjarin, tann 63-ára gamli Gerard Houllier, sjúkur, Læknarnir hava sambært millum annað The Guardian og Dailymail, sagt við fraklendingin, at hann skal halda seg vekk frá fótbólti fyribils. Gerard Houllier legðist eisini sjúkur, tá hann í tíðarskeiðinum 1998-2004 var venjari hjá Liverpool. Seinasta mánaðin hevur hjálparvenjarin, Gary McAllister, staðið á odda fyri liðnum, sum liggur nummar 13 í Premier League.

 

Dailymail veit í dag at siga, at Aston Villa eigarin, amerikumaðurin Randy Lerner, er áhugaður í at geva Rafael Benitez starvið, um Gerard Houllier ikki gerst frískur. 51-ára gamli Rafael Benitez hevur verið uttan starv síðani á jólum, tá hann og Inter Milan skiltust. Spaniólin tók yvir eftir Gerard Houllier í Liverpool í 2004. Nú er spurningurin, um søgan endurtekur seg.