Á aftasta plássi í Premier League er Aston Villa, sum við sjey dystum eftir at spæla hevur 12 stig upp til røttu megin niðurflytingarstrikuna. Við kappingarársbyrjan var tað Tim Sherwood, ið stóð við stýrisvøllin hjá Aston Villa, men hann bleiv koyrdur í november. Avloysarin hjá Sherwood gjørdist franski Rémi Garde, men tað hevur gingið illa í hond hjá fraklendinginum. Í sínum 20 Premier League-dystum við Aston Villa er tað nevniliga bara hent seg tvær ferðir, at Aston Villa hevur staðið eftir sum sigursharri.
Ringa gongdin hevur viðført, at Aston Villa og Garde hava avgjørt at steðga samstarvinum. Restina av kappingarárinum verður Eric Black venjari hjá Birmingham-felagnum. Frammanundan var Black hjálparvenjari hjá Aston Villa.
Fyrsti dysturin hjá triða venjaranum hjá Aston Villa í hesum kappingarárinum verður spældur leygardagin á Villa Park, tá ið nummar 10 í Premier League, Chelsea, kemur á vitjan.