Aston Villa mundi lumpað Liverpool

Sum væntað legði Liverpool hart út á Anfield Road. Hetta gav úrslit eftir 19 minuttirs leik, tá ein tvíføld málroynd hjá Yossi Benayoun gav úrslit. Aston Villa hevði ikki nógv at bjóða uppá í 1. hálvleiki. Men knappliga í 2. hálvleiki koppaði dysturin hinvegin. Martin Laursen stútaði bóltin yvir til Marlon Harewood, sum sendi bóltin í netið til 1-1. Bara 3 minuttir seinni var Liverpool í stórum trupuleikum. Hetta hendi tá Fabio Aurelio var so óheppin, at hann sendi bóltin í egið mál til eina 2-1 leiðslu til Villa. Liverpool trýsti av øllum alvi fyri at javna, og loksins í 88. minutti eydnaðist tað Peter Crouch at javna. Men javnleikur er eitt langt frá nøktandi úrslit fyri tey mongu trúgvu Liverpool-viðhaldsfólkini. Og nú kókar av álvara í grýtuni hjá Rafa Benitez, venjara.