Tað var eftir grannauppgerðina móti Newcastle sunnudagin, at tað gjørdist greitt, at Darren Bent ikki longur var sinnaður at halda fram í Sunderland. Í gjár segði SkySports seg vita, at Darren Bent var í Birmingham har hann samráddist við Aston Villa. Fyrr í dag kunngjørdi Aston Villa, at teir also hava keypt Darren Bent fyri 160 milliónir krónur, men at prísurin kann gerast so høgur sum 210 milliónir krónur alt eftir hvussu væl framherjin eydnast í Aston Villa.
Venjarin hjá Sunderland, Steve Bruce, er sambært Sunderland heimasíðuni sera vónbrotin av at Darren Bent ikki er sinnaður at halda fram í felagnum. Sunderland hevur í ár staðið seg væl í Premier League og liggja á einum sætta plássi. Aston Villa liggur hinvegin í botninum og bara ein betri málúrtøka bjargar teimum frá at liggja undir niðurflytingarstrikuni.
Darren Bent byrjaði sínar yrkisleið sum fótbóltsspælari í Ipswich í 2001 og skifti í 2005 til Charlton Athletic. Tvey ár seinni skifti hann til Tottenham áðrenn hann í 2009 skifti til Sunderland. Síðani skiftið til Charlton í 2005 hevur Darren Bent skorað 81 mál í Premier League. Bara Wayne Rooney og Didier Drogba hava megnað at skorað fleiri mál í hesum tíðarskeiðinum. Teir hava skorað 82 mál í part. Darren Bent hevur spælt sjey dystir fyri enska landsliðið og skorað eitt mál.
Aston Villa venjarin, Gerard Houllier, hevur verið undir nógvum trýsti síðani hann tók við sum venjari, men hendan íløgan tykist vísa, at leiðslan í Aston Villa hevur fult álit á fyrrverandi Liverpool venjarinum. Aston Villa keypti fyri kortum miðvallarin, Jean Makoun, frá Lyon fyri áleið 50 milliónir krónur.
Á tíðindafundinum í kvøld gjørdi Gerard Houllier eisini greitt, at hvørki Ashley Young og Stewart Downing eru til sølu. Millum annað Liverpool sigst hava eyguni eftir teimum báðum.
Darren Bent í Premier League síðani 2005:
2005-2007 Charlton 68 dystir/ 31 mál
2007-2009 Tottenham 60 dystir/ 18 mál
2009-2011 Sunderland 58 dystir/ 32 mál