Børn hava tríggjar ferðir so stóran kjans at fáa astmu, um mamman hevur ella hevur havt eina arvaliga lungnasjúku, vísur donsk kanning.
Kanningin sameinir niðurstøður frá astma-arbeiðstovum kring allan heimin frá 1960 til 2009, skrivar videnskab.dk.
Tað, ið er áhugavert, er, at hóast mamman og pápin bæði geva 50 prosent av sínum arvaeginleikum, so er tað okkurt serligt hjá mammuni, sum hon kann geva víðari til barnið, sigur Morten Dahl, lækni á Klinisk Biokemisk Afdeling á Herlev Sygehus.
Ein av ástøðunum eru, at astma kemur orsakað av einari roykjamammu, ella um mamman hevur verið í skitnari luft.