Hin 19. mars 2011 hevði Føroya Astma/Allergifelag aðalfund. Nevnd varð vald. Í nevndini eru: Bergdís á Høgabóli, Bozena Rasmussen og Ingrid S. Henriksen.
Tiltakslimir eru: Hermann Mikkelsen og Agnes B. Niclasen.
Føroya Astma/Allergifelag er limur í MBF og hevur eina leinkju á heimasíðuni hjá MBF, har sæst, hvør er kontaktpersónur í nevndini, og hvagar fólk, sum hava spurningar til felagið, kunnu venda sær á www.mbf.fo
Kontaktpersónarnir í Føroya Astma/Allergifelag eru:
Bergdís Skaalum á Høgabóli tlfnr.271984 og email: m-j-j-s@post.olivant.fo
Bozena Rasmussen tlfnr.312378 og email: bozena@kallnet.fo
Ingrid S. Henriksen tlfnr. 318079 og email:in-tr@kallnet.fo
Føroya Astma/Allergifelag hevur prentað faldara um felagið og um sjúkuna astma og allergi. Faldarin er at finna á t.d. apotekinum, bókasøvnum, sjúkrahúsum og læknamiðstøðum.










