Í dag eru 50 ár liðin sídani galliska hetjan Asterix og vinur hansara Obelix fyrstu ferð stríddust saman. 29 oktober í 1959 vóru Asterix og Obelix at síggja í franska blaðnum Pilote.
Albert Uderzo teknaði og Rene Goscinny skrivaði søguna. 1977 doyði Goscinny, og Uderzo helt á fram sjálvur.
Í samband við hátíðarhaldið verður nýggj bók givin út, ið hevur heiti ?Gylta bókin?.