Tórshavnar kommuna hevur sett Astu Marjunardóttir í starv sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni. Asta skal leiða eina røktareind við áleið 105 búplássum, sum eru á Boðanesheiminum, Tjarnargarði og á Sambýlinum í Kollafirði.
Í eindini starvast áleið 250 starvsfólk. Umframt at leiða eindina, verður Asta partur av strategiska leiðslubólkinum, sum virkar strategiskt og yvirskipað á øllum økinum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Asta tekur við starvinum eftir Jóngerð Guttesen, sum hevur tikið við starvi sum leiðari í Roðanum.
Asta byrjar í starvinum í komandi viku.