Julian Assange, sum stovnaði felagsskapin Wikileaks, ætlar sær nú at stilla listar upp í trimum statum í Avstralia á tjóðartingsvalinum har í september. Sjálvur ætlar hann sær at vera oddavalevni í statinum Victoria.
Assange hevur verið á ekvadorsku sendistovuni í London síðani tann 19. jumi í fjør, tí hann er bangin fyri at verða sendur til Svøríkis, har myndugleikarnir vilja sleppa at tosa við hann í sambandi við eina ákæru um kynsligan ágang.
Sambært avstralskum fjølmiðlum hevur Julian Assange nógv viðhaldsfólk í heimlandinum.