Hægstirættur í Bretlandi hevur fyrrapartin gjørt av, at bretsku myndugleikarnir skulu lata svenska ákæruvaldinum Wikileaks-stovnaran Julian Assange. Hægstirættur staðfesti sostatt avgerðina hjá undirrættinum.
Julian Assange hevur framvegis møguleikan at kæra avgerðina til Evropeiska Mannarættindadómstólin.
Ger hann ikki tað, verður hann væntandi sendur úr Bretlandi til Svøríkis um einar 10 dagar. Svenska ákæruvaldið vil hava Julian Assange, tí tvær svenskar kvinnur hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang.