Assange roynir nú egnan lút

Likin skjøl geva nú eitt innlit í sexákærurnar hjá tveimum svenskum kvinnum móti Wikileaks stovnaranum, Julian Assange, skrivar Berlinske Tidende. Hesaferð er tað ikki Wikileaks, sum stendur aftan fyri dokumentleka.

Í løtuni má Julian Assange sanna, at opinleiki er eitt tvíeggjað svør. Bæði The Guardian og New York Times avdúka smálutir í politirapportini frá svenska sexmálinum hjá Assange.

Tvær kvinnur í Svøríki hava ákært Wikileaks frontmannin fyri kynsligan ágang, og tað er millum annað teirra vitnisfrágreiðing, sum nú kann lesast í dagbløðunum.

Sum eitt kuriosium eru tað júst tey dagbløðini, sum verða ákærd fyri at ganga ørindi fyri Assange, sum nú koma við avdúkandi skjølunum.

Svensku ákærurnar hava annars verið sera loyndarfullar, men lekin hevur knappliga varpa ljós á fleiri smálutir í vitnisfrágreiðingunum. Eitt vitni er endurgivið fyri at siga:

»Eg havi hoyrt, at tað ikki bert var heimsins vánaligasta knall, men eisini voldeligt«.

Svenski sakførarin hjá Julian Assange, Björn Hurtig, er ikki glaður fyri lekan, og vil hava løgregluna at taka sær av málinum. Hann heldur tað vera átaluvert, at Assange fyrstu ferð skal síggja ákærurnar móti sær í einum dagblaði.

Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at skjølini eru umsett til enskt. Sakførarin heldur, at lekin er tilvitaður fyri at skaða klient sín.