WikiLeaks-stovnarin Julian Assange hevur kært avgerðina hjá bretska hægstarætti um, at hann skal útflýggjast svenska ákæruvaldinum, tí hann er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti tveimum kvinnum í Svøríki.
Fyri fjúrtan døgum síðani avgjørdi hægstirættur í London við fimm atkvøðum fyri og tveimum ímóti, at Svøríki hevur rætt til at fáa Julian Assange útflýggjaðan úr Bretlandi. Men Assange vil ikki góðtaka tey svensku handtøkuboðini, og tí hevur hann kært avgerðina hjá hægstarætti.
Tað merkir, at hægstirættur skal viðgera málið av nýggjum, men tað er ógreitt, nær tað verður. Assange hevur boðað frá, at tapir hann aftur, fer hann at helst at leggja málið fyri tann evropeiska mannarættindadómstólin.