Assange forboð móti at brúka internetið

Ein viðmerking á Twitter hevur kostað Julian Assange atgongd til internetið.

Ambassadan hjá Ekvador í London hevur givið varskógvaranum Julian Assange forboð ímóti at samskifta við umheimin umvegis internetið. Tað skrivar AP og Ritzau í kvøld. Julian Assange, sum millum annað hevur likið hernaðarligar loynidómar hjá USA, hevur verið á ambassaduni síðani í 2012. Fer hann frá staðnum, verður hann sannlíkt handtikin.

 


 

Forboðið móti at brúka internetið kemur eftir at 46 ára gamli Assange á Twitter mánadagin setti spurnartekin við ábyrgdina hjá Russlandi í samband við eiturálopið í Salisbury. Viðmerkingin gekk bretska varauttanríkisráðharran, Alan Duncan, at rópa Assange fyri ein "neyðarsligan lítlan orm".

 

 

 

- Tað er harmiligt, at Julian Assange er á ambassaduni hjá Ekvador. Men tað er enn meira harmiligt, at hann setti spurnartekin við handfaringina av álopinum í Salisbury. Tíðin er komin til, at tann lítli, neyðarsligi ormurin fer frá ambassaduni og verður retsforfylgdur í Bretlandi, segði hann.

/ritzau/