Assange fer til Svøríkis

Wikileaks-stovnarin Julian Assange fer í næstum til Svøríkis at verja seg ímóti skuldsetingum um neyðtøku og annan kynsligan ágang.

Svenska ákæruvaldið hevur biðið um at fáa Assange útflýggjaðan úr Bretlandi, har hann er, og fyrr í mánaðinum játtaðu bretsku myndugleikarnir at senda hann til Svøríkis. Har hava tvær kvinnur skuldsett Wikileaks-stovnaran fyri neyðtøku og kynsligan ágang í august í fjør, og svenska ákæruvaldið vil sleppa at avhoyra hann um skuldsetingarnar.

Julian Assange, sum er avstralskur ríkisborgari, hevur møguleika at kæra avgerðina hjá bretsku myndugleikunum at útflýggja seg til Svøríkis, men sum skilst ætlar hann ikki at brúka tann møguleikan.