Assad vil virka fyri friði

Forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, vil hava enda á harðskapinum í landinum. Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum hevur verið í Damaskus í dag og tosað við Assad.

-Forsetin segði okkum, at um stutta tíð skal hann hava fund við eina nevnd, sum hevur gjørt eitt uppskot til eina nýggja stýrisskipan. Nevndin er liðug við arbeiðið, og úrslitið skal til fólkaatkvøðu, segði Lavrov aftan á fundin við sýriska forsetan.

Meðan Assad og Lavrov sótu á fundi í Damaskus, bumbaðu sýriskir stríðsvognar býin Homs, og keldur í býnum siga, at minst 15 fólk doyðu í álopunum í dag. Í gjár doyðu næstan 100 fólk, tey flestu í Homs.

Fyri nøkrum døgum síðani brúktu Russland og Kina sýtingarrættin í ST-trygdarráðnum ímóti einum uppskoti, sum millum annað vildi hava Bashar al-Assad at leggja frá sær.