Assad viðgongur mistøk

Í samrøðum við eina sendinevnd hjá ST-trygdarráðnum hevur sýriski forsetin, Bashar al-Assad, viðgingið, at landsins trygdardeildir hava gjørt onkur mistøk, sum hann orðførdi seg. Hann legði afturat, at myndugleikarnir royna at forða fyri fleiri mistøkum. Men tíðindastovurnar ivast í viljanum hjá myndugleikunum at forða fleiri mistøkum, tí meðan ST-nevndin var í Damaskus, skutu trygdarhermenn 17 mótmælisfólk í býnum Homs.

Í ST-sendinevndini vóru umboð úr Brasil, India og Suðurafrika, og í Damaskus hitti nevndin Bashar al-Assad, forseta og Walid Muallem, uttanríkisráðharra. Á fundinum greiddi forsetin teimum fremmandu umboðunum frá, at hansara uppgáva er at tryggja fólkaræðið í landinum, og hann lovaði, at hann fer at fremja nýskipanir í samráð við almenningin. Hetta arbeiðið verður eftir ætlanini liðugt í februar ella mars næsta ár, segði hann.

Mannarættindafelagsskapir meta, at meiri enn 2.000 mótmælisfólk hava latið lív í ófriðinum í Sýrialandi síðani hálvan mars.