Assad lovar aftur nýskipanir

Forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, hevur aftur lovað at fara undir politiskar nýskipanir fyri at royna at steðga teimum hørðu samanbrestunum millum mótmælisfólk og trygdarhermenn. Tað sigur aðalskrivarin í Arabisku Samgonguni, Nabil Elaraby, sum hitti Assad í Damaskus í dag.

-Vit eru samdir um eina avtalu, sum ruddar slóð fyri nýskipanum. Uppskotið verður lagt fyri Arabisku Samgomguna mánadagin, segði Elaraby aftan á fundin við Assad. Hann legði afturat, at hann hevði biðið sýriska forsetan leggja eina tíðarætlan fyri, nýskipaninar skulu fremjast í verki.

Arabiska sjónvarpið Al-Jazeera sigur, at í minsta lagi 15 fólk eru deyð í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdarhermenn ymsastaðni í Sýrialandi í dag.