Assad gingin við til vápnahvíld

Fyrrverandi ST-aðslskrivarin Kofi Annan mælir trygdarráðnum til at taka undir við einari ætlan, sum ber í sær, at vápnahvíld verður í Sýrialandi 10. apríl.

Annan, sum er serligur semingsmaður hjá ST og Arabisku Samgonguni í stríðnum í Sýrialandi, greiddi í dag trygdarráðnum frá, at stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta er gingið við til vápnahvíld innan 48 tímar eftir tann 10. apríl.

Samstundis hevur sýriska leiðslan lovað, at hon fer ikki at flyta fleiri hermenn inn í býirnar, og at tann tunga herútgerðin verður flutt úr býunum.

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP hevur Kofi Annan eisini mælt ST-trygdarráðnum til at taka stig til at senda eina eygleiðaradeild við víðum heimildum til Sýrialands.