Iran fer framhaldandi at styðja sýriska forsetan, Bashar al-Assad. Tað segði talsmaðurin hjá iranska stýrinum, Saeed Jalili, eftir at hann hevði havt fund við Assad í Damaskus í dag.
Iranski talsmaðurin segði, at tað, sum hendir í Sýrialandi í hesum døgum, er ikki eitt innanríkismál, tí altjóða fíggindarnir hjá stýrinum eru við í stríðnum, segði hann. Iranska stjórnin hevur fyrr lagt Turkaland og Arabisku Samgonguna undir at hava latið teimum sýrisku uppreistrarmonnunum vápn, og at hetta er gjørt í samstarvi við USA og Ísrael.
Á fundinum við iranska talsmannin segði Bashar al-Assad, at hann hevur gjørt av at berja andstøðuna niður og at rudda landið fyri yvirgangsmenn. Sambært almennu tíðindastovuni SANA segði forsetin eisini, at Sýrialand er ført fyri at standa ímóti álopum frá øðrum londum.