Assad: -Fólkið vil hava meg til forseta

Sýriski forsetin, Bashar Al-Assad, segði í einari sjónvarpsrøðu í dag, at hann heldur fram sum landsins forseti, tí tað er tað, sum fólkið vil. Hetta var tann fjórða sjónvarpsrøðan hjá forsetanum, síðani mótmælini ímóti honum byrjaðu í mars í fjør.

Í røðuni fanst Assad hvassliga at Arabisku Samgonguni. Eitt nú segði hann, at samgongan tænir ikki áhugamálunum hjá teimum arabisku londunum.

Herfyri varð Sýrialand koyrt burtur úr samgonguni, og í løtuni eru eftirlitsmenn hjá samgonguni í Sýrialandi og kanna, um forsetin heldur ein friðarsáttmála, sum hann góðkendi tann 19. desember.

Í røðuni endurtók sýriski forsetin, at útlendingar hava eggjað til ófrið í landinum.

-Men vit fara skjótt at kunngera, at vit hava vunnið, segði hann.