Assad bað Iran um ráð

Stjórnin í Sýrialandi spurdi myndugleikarnar í Iran, hvussu hon skuldi berja mótmælini niður. Tað sæst í teldubrøvum hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, og konu hansara Asma, sum bretska blaðið The Guardian hevur fingið frá sýriskum mótmælisfólki.

Blaðið kann ikki veita fulla vissu fyri, at teldubrøvini eru ektað, hóast tað hevur roynt at kanna tey sera gjølla.

Í teldubrøvunum sæst, at kunningarráðgevi forsetans mælti honum til at svara mótmælunum harðliga aftur. Eisini bað hann forsetan gera nógv burtur úr framstigunum hjá stjórnarherinum fyri at taka mótið frá uppreistrarmonnunum.

Ímillum teldubrøvini er eitt frá ráðgevanum Khaled al-Ahmed, sum mælir Assad til at herðatrygdarriltøkini í býunum Homs og Idlib. Ráðgevin ger samstundis vart við, at vesturlendsk tíðindafólk sníkja seg um markið úr Libaon.