Í dag, hósdagin 21. september, verður Astrid Johannesen í Klaksvík 80 ár. Hon hevur búð í Klaksvík alla sína tíð, og hon hevur altíð verið nevnd Assa.
Assa er ættað av Vágsheygnum. Foreldrini vóru Armgarð og Dávur úr Gerðum. Tey fingu tíggju børn, sum øll búsettust í Klaksvík uttan Emma, sum í nógv ár var lækni í Fuglafirði og nú býr í Havn. Assa var triði yngst í systkinaflokkinum og yngst av teimum fýra systrunum.
Assa giftist í 1949 við Johannes Johannesen, sum var ættaður úr Dali. Í Klaksvík var hann nevndur Jóhannes í Dali ella bara Dalbingurin.
Fryntligi dalbingurin kom til Klaksvíkar at vera neytadrongur hjá Kjølbro, sum undir krígnum hevði fingið sær neyt og fjós. Jóhannes var eisini hjá Kjølbro í Vatnsoyrum, áðrenn hann fór at læra í Klaksvík. Hann lærdi til snikkara hjá Hans Olsen ella Hans á Verkstaðnum, sum hann varð nevndur. Jóhannes búði í Trøllagili hjá lærumeistaranum, inntil hann giftist við gentuni, sum hann hevði funnið sær í grannalagnum.
Seinni arbeiddi snøggi snikkarin úr Dali á verkstaðnum, sum Kjølbro hevði á Varpinum og síðani fyri seg sjálvan og saman við øðrum. Jóhannes var 75 ára gamal, tá ið hann doyði í 1995.
Assa hevur verið eitt konubrot. Hon hjálpti í fleiri ár mammuni við stóra húsarhaldinum á Vágsheygnum. Hetta gjørdi hon eisini eftir, at hon hevði fingið elsta sonin og tvíburðarnar, sum tey mistu beinanvegin.
Tá ið brøður hennara í sekstsi árunum og sjeyti árunum høvdu Dávavirkið, arbeiddi Assa støðugt har. Seinni var hon á flakavirkinum á Kósini, og so fekst hon við so mangt annað. Eitt nú vaskaði hon skip og dugnaði Álvi Klakk, sum keypti fugl og seyð tey mongu árini, hann hevði handilin úti í Klaksvík.
Sálarliga yvirskotið hevur verið stórt hjá Assu, sum hevur verið sannur menniskja kennari og so mongum hevur veitt ráð og leiðbeining, ið hevur verið grundað í klettafastu kristnu trúnni.
Flestu av børnunum hjá Armgarð og Dávuri úr Gerðum búsettust á Vágsheygnum ikki so langt frá barnaheiminum. Talan er ikki um tann stóra teinin burtur frá barnaheiminum, men tá ið Assa og Jóhannes bygdu á Lítlubrekku, sum tað tá kallaðist, vóru húsini hjá teimum millum tey ovastu á vestursíðuni í Klaksvík.
Assa og Jóhannes eiga sjey børn: Jóannes (1950), Dagny Tróndheim (1953), Súsanna í Stórhúsi (1955), Annika Færø (1957), Finnur (1959), Bogi (1965) og Dávur (1970). Súsanna býr í Havn, og øll hini búgva í Klaksvík.
Føðingardagin heldur Assa heima við hús á Brekku 24, har hon er at hitta frá klokkan 18.
J