Aspartam

Í mong ár hava fólk innan heilsuverðina kjakast um, hvørt tað eftirgjørda søtevnið Aspartam elvir til krabbamein ella ikki, samstundis sum summi hava lagt tað undir at hava ábyrgdina av, at børn verða ov tíðliga fødd. Men nú eru evropeiskir granskarar komnir til ta niðurstøðu, at tað er ikki heilsuskaðiligt at brúka Aspartam við máta. Aspartam verður serliga brúkt í light-sodavatni.